KÍ bjóðar av í stríðnum um gullið

1. DEILD: Eftir heimasigur á HB í kvøld bjóða klaksvíkingar NSÍ og Víkingi av, meðan HB er næstniðast

Tað er stórur spenningur í kappingini um heiðurskrónurnar í næstbestu fótbóltsdeildini. Í kvøld vann KÍ útsetta heimadystin ímóti HB 2-1. Tað ber við sær, at KÍ er á triðja plássi við 47 stigum, NSÍ er á øðrum plássi við 48 stigum, og Víkingur er topplið við 49 stigum.

07 Vestur er á fjórða plássi við 41 stigum, og B68 er nummar fimm við 31 stigum.

NSÍ, Víkingur, 07 Vestur og B68 hava spælt 24 dystir, og KÍ hevur spælt 23 dystir. KÍ eigur útsettan dyst á Sandi, sum er settur at vera sunnudagin 13. oktober.

HB legði seg á odda í regni og vindi í Klaksvík í kvøld. Tað var í 27. minutti, og málskjútti var Tormóður P. Djurhuus, sum eftir retur og sera snilt lyfti bóltin upp um málverjan.

KÍ svaraði aftur lítla løtu seinni. Málskjútti við fínum langskoti úr vinstru var Mikkjal á Bergi.

1-1  var støðan, inntil tað restaðu átta minuttir. Tá skoraði Darius Lewis fyri KÍ, sum vann 2-1.

HB er næstaftast við 23 stigum, B36 er á áttanda plássi við 24 stigum, B71 er á sjeynda plássi við 26 stigum, og eisini Skála, sum hevur 27 stig, er í niðurflytingarvanda.

EB/Streymur hevur 12 stig og er flutt niður.

Fríggjadagin verður 25. umfar: KÍ – NSÍ, B68 – EB/Streymur, Skála – 07 Vestur, HB – B36 og B71 – Víkingur.