KÍ beina kós móti gullinum

KÍ kvinnurnar eru ikki til at steðga í ár. Tað er niðurstøðan eftir at KÍ í gjár vann odda dystin á Argjum 3-1. Hóast AB hevði bóltin meir enn KÍ, so tóktist gestirnar at hava tamarhald á dystinum. Í Gøtu eydnaðist EB/Streymi at fáa eitt stig heim við, meðan Skála vann trygt á MB.

Tað skuldi verða dysturin har AB kvinnurnar meldaðu seg í FM stríðið aftur, men endaði við at blíva ein staðfesting av at KÍ eru einaráðandi í kvinnu fótbólti í ár. AB byrjaði dystin betri og høvdu bóltin nógv, men megnaðu ikki at skapa teir stout møguleikarnir. Í staðin gjørdi KÍ skjót av tá AB gjørdi eina verjuvillu. Rannvá B. Andreassen fór strúkandi avstað og legði KÍ á odda.
Eftir málið hevði AB sítt besta tíðarskeið í dystinum. Tær skapu fleiri vandastøður og tað var uppiborið tá Lisa í Liða javnaði fyri vertirnar. Í seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki slóð KÍ til aftur. Una Joensen smekkaði bóltin í málið umvegis tvørstongina. Í seinna hálvleiki megnaði AB ongantíð at hótta KÍ, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um leiðsluna til 3-1.
Tað kom eitt sindur av spenningi í dystin, tá dómarin í eini hornasparksstøðu valdi at geva KÍ málverjanum, Randi Wardum, reytt kort og brotsspark til AB. Tvímálskjúttin hjá KÍ, Rannvá B. Andreassen, tók handskarnar uppá og fór í mál. Tvíverri fyri AB brendi Olga Kristina Hansen brotssparkið, ið endaði á stongini. Løtu seinni bríkslaði dómarin av og KÍ hevur á triðja sinni vunnið á AB í ár og liggur seks stig framman fyri AB, ið hevur leikt ein dyst fleiri.