Heilt fitt av fólki var savna_ á Tórsvølli í gó_ve_rinum til ólavsøkudystin millum B36 og KÍ á Tórsvølli ólavsøkuaftan. F_ra mál og fleiri málmøguleikar var ta_, ásko_ararnir fingu, men hóast ta_ var dysturin ikki vælleiktur, og stø_i var sum vænta_ heldur ikki í topp, tá dysturin "bert" var ein vinardystur.
B36 hev_i rímiliga gott tak á dystinum í fyrra hálvleiki, men hóast ta_ leg_i KÍ seg á odda beint á_renn hálvleik, tá Allan Mørkøre sera vakurt skeyt beinlei_is fríspark uppum múrin og í neti_. Stutt inn í seinna hálvleik var aftur gali_ hjá B36, tá KÍ li_skiparin Jan Joensen eftir trunkaspæl kundi økja til 2-0.
B36 spældi illa í seinna hálvleiki, men hóast ta_ megna_u teir at minka um munin og harvi_ seta spenning aftur í dystin, tá John Petersen eftir hornaspark skalla_i bóltin í máli_. Men KÍ svara_i aftur móti endanum av dystinum, tá Hjalgrím Elttør eftir einmansavrik skeyt besta máli_ í dystinum. Eftir at hava fanga bóltin á naka_ frammanfyri mi_juna, fór hann framvi_ fleiri B36 leikarum og setti sí_ani bóltin trygt í neti_ til 3-1 til KÍ, sum var endaliga úrsliti_.
Henrik sá nógv landsli_sevnir
Landsli_svenjarin Henrik Larsen var til sta_ar á Tórsvølli, og fleiri landsli_sevnir gjørdu um seg í dystinum. Hóast teir ikki eru í landsli_shitanum í løtuni, hava tveir av KÍ málskjúttunum, Allan Mørkøre og Jan Joensen, veri_ á landsli_num, og teir tóktust vera væl fyri.
Hinir bá_ir málskjúttarnir vóru landsli_sleikararnir John Petersen og Hjalgrím Elttør, og serliga var Hjalgrím sera vælleikandi. A_rir landsli_sleikarar, sum spældu fyri eygunum á Henrik Larsen, vóru Jákup á Borg, Julian Johnsson, Arnbjørn Danielsen, Klæmint Matras og He_in á Lakjuni.










