KÍ-B36 1-1: Hoyr málini og samrøður við Bjartalíð og Jákup (FM1)

(FM1) Hvørki landsliðsspælarin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð og høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fáa brúkt javnleikin til tað stóra

##med2##

Nú er HB enn nærri sínum 24. meistaraheiti. Tað er greitt aftaná, at KÍ og B36 spældu javnleik 1-1 við Djúpumýru í Klaksvík.

Stefan Radosavljevic legði B36 á odda við einum framúr frísparki tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði gamla B36-hetjan, Odmar Færø til 1-1 aftaná gott forarbeiði hjá Boris Dosljak.

Hetta eru liðini sum hava vunnið Føroyum nógv stig í Europa League undankappingini, men um NSÍ fer við øðrum plássinum og Víkingur fer við løgmanssteypinum, og HB sum tað liggur nú fer við FM-gullinum koma KÍ og B36 at standa við svartaperi.

HB er á odda við 61 stigum. Átta stig eru niður til NSÍ sum hevur 53 stig. KÍ hevur 52 stig og B36 hevur 50 stig. NSÍ hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum málunum. Hjalgrím Elttør var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Sjúrði á FM1.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við landsliðsspælarin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg.

Hvørki Jóannes ella Jákup kunnu brúka ein javnleik til nakað tá samanum kemur, og tað merkti teir báðar rættiliga væl tá dysturin var liðugur. 

 

 

(KÍ-B36 1-1. Hoyr málini og samrøður við Jóannes Bjartalíð og Jákup á Borg)