Í annaðkvøld klokkan 18.00 skal KÍ spæla seinna dystin í 1. undanumfarinum í Europa League móti Zalgiris úr Litava. Zalgiris vann fyrra dystin í Gundadali 2-1.
Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, segði eftir fyra dystin, at tað verður torført at koma víðari, men at hann noktar at leggja kongin. Málið er í minsta lagi at fáa ein uppliving burturúr í Litava.
Ein av teimum, sum gjarna hevði vilja fingið eina uppliving á vøllinum fyri KÍ, er 32 ára gamli kroatin, Predrag Pocuca. Verjuspælarin, sum er komin til felagið sum avloysari fyri Marko Dusak, hevur enn ikki fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvini upp á pláss.
Norðlýsið skrivar, at tað er lítið, ið bendir á, at tað kemur upp á pláss áðrenn dystin í annaðkvøld. Talan er um eina sak, sum KÍ onga ávirkan hevur á. Predrag Pocuca sigur annars við Norðlýsið, at hann trívist væl í Klaksvík og letur væl at KÍ.
Dysturin millum Zalgiris og KÍ verður í Villinus í Litava í annaðkvøld klokkan 18.00.
Europa League:
Hósdagin:
Zalgiris (2) – (1) KÍ (Klokkan 18.00)
OFK Titograd (0) – (0) B36 (Klokkan 19.30)
NSÍ (1) – (6) Hibernian (Klokkan 19.45) Beinleiðis á FM1
Føroysk luttøka:
FH (3) – (0) FC Lahti (Klokkan 20.15)
Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen
Sarpsborg 08 (4) – (0) ÍBV (Klokkan 18.00)
Kaj Leo í Bartalsstovu