KÍ bíðar eftir loyvunum

Liðtíðindi: Heini Vatnsdal er komin upp á pláss, men loyvini hjá hinum eru ikki komin enn

KÍ spælir í annaðkvøld móti EB/Streymi í 17. umfari í landskappingini hja monnum. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.

Klaksvíkingar bíða framvegis eftir loyvunum hjá pólska málverjanum, Lukasz Jarosinski, og slovenska miðvallaranum, David Skrbec. Lukasz Jarosinski er 31 ára gamal málverji úr Pollandi, sum skal geva Kristiani Joensen kapping. David Skrbec er 23 ára gamal og spælir á miðvøllinum. Sáttmálarnir eru galdandi fyri 2021 eisini.

Heini Vatnsdal er komin upp á pláss og spældi fullan dyst á Skála sunnudagin, har KÍ vann 6-0. Hann er komin til úr Fremad Amager, har Heini Vatnsdal hevur spælt seinastu fimm árini. Hann er eisini tøkur móti EB/Streymi í annaðkvøld.

Ein spælari, sum er ivasamur er Ísak Simonsen. Vinstri bakkurin mátti av vøllinum í heldur óvæntaða ósigirnum í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Hann var síðani á vøllinum eina løtu móti NSÍ, men mátti geva skarvin yvir. Á Skála spældi Jóannes K. Danielsen, ið vanliga spælir á høgra bakki, á vinstra bakki.

##med2##

Eftir 6-2 ósigurin á Tórsvølli móti B36 hevur KÍ vunnið allar sínar dystir, uttan at lata mál inn. Tá so EB/Streymur tapur 6-0 fyri Víkingi í Sarpugerði, so er lætt at rokna út at KÍ er favorittur við Margáir hóskvøldið.

##med3## 

Liðtíðindi:

EB/Streymur:

Ikki við: Fannhard A. Skoradal (fótur), Magnus Jarnskor (toygt liðband), Petur Zachariassen (knæ), Magnus Heinason

Ivasamur: Árni G. Olsen

KÍ:

Ivasamur: Ísak Simonsen (vøddaskaði)

Ikki við: Lukasz Jarosinki og David Skrbec (bíða eftir loyvunum)

 ##med4##

Betri deildin 17. umfar:

Hósdagin 6. august:

B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (18.00)

Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-KÍ (19.00)

Fríggjadagin 7. august:

 

AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1

1.HB152740
2.152535
3.B36152634
4.NSÍ151832
5.Víkingur14923
6.ÍF14-720
7.EB/Streymur14-2010
8.TB14-127
9.AB15-276
10.Skála15-391