KÍ ari til ÍF

Í Fuglafirði verður arbeitt við hópinum til komandi kappingarár

ÍF hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Henry Heinesen, sum í ár hevur spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ. 

 

30 ára gamli Henry Heinesen hevur spælt 95 dystir í bestu deildini. Hann hevur alla sína tíð spælt við barndómsfelagnum KÍ. Hann er fyrsti spælarin, sum ÍF hevur heintað útfrá til komandi kappingarár.

 

Felagið hevur longu longt sáttmálan við fleiri av spælarum í hópinum. Talan er um Jan Ó. Ellingsgaard, Ara Ó. Ellingsgaard, Poul Nolsøe Mikkelsen, Gunnar Christiansen, Arnhold Kristiansen, Sámal Joensen, Tóri Traðará, Pól Jákup Lundsbjerg, Andy Olsen og Tóri N. Nolsøe. Hartil verður Hanus Eliasen fysiskur venjari.

 

ÍF flutti í ár upp í Betri deildina hjá monnum.