Leygardagin 23. februar 1985 skrivar Sosialurin, at á tíðindafundi á Hotel Borg í gjár hevði stjórin, Jákup Joensen, boðað frá, at hann hevði sett 30 ára gomlu donsku Jytte Mærsk sum stjóra á hotellinum
Eftir at Jákup Joensen fyrst í februar 1985 keypti Hotel Føroyar við Oyggjarvegin í Havn, sum skifti navn til Hotel Borg, søkti hann eftir nýggjum stjóra til hotellið. Tilsamans 11 umsóknir vóru til stjórastarvið.
Jytte Mærsk hevði útbúgving innan handil, og hevði arbeitt hjá DFDS í Danmark, umframt at hon eisini hevði arbeitt sum ferðaleiðari og hevði royndir innan hotelvinnuna. Astrid Kerber, sum hevði arbeitt á hotellinum, áðrenn tað læt aftur, varð sett sum sølustjóri á hotellinum.










