24. apríl hevði Havnar Sjónleikarfelag aðalfund.
Heðin Mortensen, sitandi formaður og Eyvør Patursson, nevndarlimur bóru seg undan vali.
Nýggja nevndin hevur skipað seg við Jytte Joensen sum formanni, Karin Djurhuus er næstformaður, Anna Sofía Egilstrøð kassameistari, Sólva Jónsdóttir, skrivari og Nicolaj Falck nevndarlimur.
Nógv er á skránni hjá Havnar Sjónleikarfelag ta komandi tíðina.
6., 7. og 10. mai hevur barnasjónleikarskúlin við Hedvig Vesterlund leiksýningar í Sjónleikarhúsinum.
24. mai verður árligi marknaðardagurin.
Frá 17. juni til 26. august, undantikið á ólavsøku, bjóðar Sjónleikarhúsið hvørt týskvøldið til tey vælumtóktu Føroyakvøldini. Í ár eru tað Birita Mohr og Egi Dam sum leikstjórna.
Í juli verður ólavsøkukabarettin sjálvandi á skránni og til heystar er tað »Álvaleikur« eftir Hans Andr. Djurhuus sum kemur á pall. Hedvig Vesterlund leikstjórnar.
Vónandi vitja nógv fólk inn á gólvið til tiltøkini hjá Havnar Sjónleikarfelag.