Jyllands-Posturin var ikki høvuðsmálið

Jyllands-Posturin var ikki høvuðsmálið hjá David Hedley, sum amerikanska samveldisløgreglan FBI tók fyrr í mánaðinum, og sum nú er skuldsettur fyri at hava fyrireikað yvirgang í Danmark.

Indiska blaðið Economic Times skrivar, at yvirgangsfelagsskapurin Lashgar-e-Taiba, sum David Hedley hevði samband við, hevði givið honum boð um at søkja at málum í India heldur enn Danmark.

Tað sæst í teldubrøvum, sum partarnir sendu sínamillum, skrivar blaðið.

Sambært Economic Times var tað í juli, at Hedley fekk boð um at søkja at indiskum heldur enn donskum málum.