Jyllands-Posturin rullaði í Føroyum

Í síðstu viku sást bilur hjá Jyllands-Posten rulla kring oyggjarnar. Tað vóru teir báðir, myndamaðurin Morten Fauerby, og blaðmaðurin Lars Bo Kirk, sum vóru komnir til Føroya eftir »positivum søgum«, sum teir málbóru seg. Lars Bo Kirk kennir væl Føroyar, tí hann hevur ættarbond hendanvegin. Omman er úr Oyndarfirði, dóttir Jústines Eidesgaard úr Oyndarfirði.

Jyllands-Posturin hevur havt eina rullandi redaktión, JP Explorer, sum hevur koyrt kring heimin. Hetta gav teimum hugskotið at senda eina líknandi redaktión á ferð í Danmark ? sum aftur gav hesum báðum starvsfeløgunum hugskotið at »rulla« til Føroya eftir »øðrvísi« søgum.

? Vit settu okkum tvinnar treytir, áðrenn vit fóru: Vit skuldu ikki tosa við serfrøðingar og ikki við politikarar. Hetta var tað einasta, sum lá fast, greiðir Lars Bo Kirk frá yvir ein kaffimunn, tá hann vitjaði í blaðhúsinum á Argjum fríggjadagin.

? Vit vóru troyttir av øllum teimum negativu søgunum, sum vit hava hoyrt úr Føroyum seinastu árini. Tá eg sjálvur havi verið her fyrr og kenni landið, so fekk eg hugskotið til hesa ferðina, sigur hann.

Talan var um eina »discountferð«, greiða teir frá. Teir nógvu pengarnir vórðu ikki settir av til túrin. Teir hava ein gamlan vørubil, har teir fáa sovið - hóast teir fleiri nætur flýddu inn á sjómansheimið, tí tað var so kalt at sova í bilinum, siga teir.

Teir hava útgerð við, so teir fáa latið tilfarið til blaðið beinleiðis frá bilinum. Við eini farteldu, eini fartelefon og einum digitalum myndatóli fáa teir sent myndir og tekst beinleiðis til blaðhúsið í Jyllandi.

Teir vóru væl nøgdir við førningin, teir fingu við sær. Tá teir vitjaðu á Sosialinum høvdu teir júst verið í Gásadali, har teir høvdu fylgt postmanninum - og skriva áhugaverda søgu um tað. Annars høvdu teir vitjað á Margarinfabrikkini í Havn, har teir hittu ungdómin, á politistøðini í Havn, har teir m. a. hava hitt ein dana, ið sum hálvur føroyingur hevur funnið sær starv í Føroyum. Tá teir fóru higani løgdu teir til brots inn á Skálafjørðin til føroyskan dans, sum var at lesa og síggja í Jyllands-Postinum mánadagin. Til bar eisini at hoyra dansin á heimasíðuni hjá Jyllands-Postinum mánadagin.