Hilmar Simonsen
Atlantic Petroleum er ikki longur eitt føroyskt partafelag burturav, sum tað var við stovnan í 1998.
Í dag eru 66 prosent av partapeninginum føroyskir, 19 prosent danskir, 7 prosent úr øðrum londum, meðan eftirverandi 8 prosentini ikki hava skrásettan heimstað. Felagið hevur í dag 3.350 partaeigarar.
At nærum ein fimtingur av partapeninginum koma úr Danmark, fyrst og fremst teknaðir av donskum eftirlønargrunnum, er óivað ein grund til, at danskir fjølmiðlar í alt størri mun vísa føroyska oljufelagnum áhuga. Áhugin kemur sum vera man í kjalarvørrinum av, at felagið varð skrásett á keypsskálanum OMX í Keypmannahavn á heysti í fjør.
Fyri góðari viku síðani fór blaðið Jyllands Posten nærum inn undir húðina á Atlantic Petroleum, har tað skrivaði um felagið undir einum teigi nevndur ”ugens aktie”. Blaðið skrivar um ambitiónirnar hjá felagnum at vaksa, og at tað stendur á gáttuni til at gerast oljuframleiðari.
Tað snýr seg um vágafýsni
Í síni lýsing av Atlantic Petroleum sum ”ugens aktie” skrivar blaðið, at keyp av partabrøvum í felagnum eru at meta sum tilskilað teimum vágafúsu íleggjarunum. Hetta skal skiljast á tann hátt, at vandin fyri tapi er avgjørt til staðar, tí hóast felagið fer at framleiða olju av Chestnut leiðini seinni í ár, og vænandi av Ettrick leiðini í 2008, so eru inntøkurnar frá framleiðsluni tengdar at oljuprísinum og støðinum á dollaranum. Hartil kunnu tekniskar forðingar stinga seg upp í sambandi við installatión av framleiðslueindunum.
Hinvegin letur blaðið ongan iva vera um, at møguleikin fyri stórum vinningi avgjørt er til staðar, um viðurskiftini tekna seg til fyrimuns fyri Atlantic Petroleum. Blaðið leggur dent á, at stutta tíðarskeiðið, Atlantic Petroelum hevur verið listað á OMX í Keypmannahavn, ger, at ikki ber til at koma við eini søguligari meting av partabrævagongdini í felagnum.
Blaðið endar við mæla tí varna og lítið vágafúsa íleggjaranum frá at keypa partabrøv í Atlantic Petroelum, meðan tann vágafúsi íleggjarin kann økja munandi um sínar møguleikar fyri stórum vinningi, um hann torir at taka kjansin og gera íløgu í felagið.