Juventus vil ikki hava Lampard

Alessio Secco varð sæddur í London fyri stuttari tíð síðan, og tað hevur fingið leysasøgur at ganga. Hetta verður nú víst aftur.

- Eg kom ikki til London fyri at tosa við hann. Sannleikin er, at eg kom til Onglands at tosa við fleiri feløg, sigur Alessio Secco.

 

Sáttmálin hjá Lampard við Chelsea gongur út í 2008, og enn hava partarnir ikki skrivað undir nýggjan sáttmála.