Juventus vil hava Kuyt

Sambært enska the Sun er italska Juventus til reiðar at rinda £30 milliónir fyri hollenska Dirk Kuyt, sum spælir við Liverpool. 28 ára gamli Kuyt hevur skotið fimm mál í 22 dystum fyri Liverpool hetta kappingarárið. Men hóast málini kanska ikki eru so heilt nógv í tali, so hevur hann støðugt imponerað vil velduga arbeiðsavriki sínum.