Italienska stórfelagið Juventus tryggjaði sær sunnudagin sítt meistaraheitið nummar 30, tá nærmastu kappingarneytarnir úr Roma á útivølli snávaðu móti Catania. Catania vann dystin heili 4-1.
Juventus var annars við í einari stórari gølu í 2006, tá liðið varð flutt niður úr bestu deildini til næstbestu deildina. Umframt at vera flutt niður, vóru 2 meistaraheitir eisini tikin frá Juventus.
Hóast Juventus nú hevur vunnið sítt 30 meistaraheitið í Italia, hevur felagið tó ongar ætlanir um at fáa sær 3 stjørnur á leikbúnan hjá felagnum í bræðið. Felagið er ikki í iva um, at tað hevur vunnið samanlagt 32 meistaraheitir.
Forsetin í Juventus segði við italienskar miðlar eftir dystin.
- Nú kunnu vit seta tí triðju stjørnuna á troyggjuna hjá okkum. Men vit bíða við at koyra tað triðju stjørnuna á, inntil okkurt annað felag fær møguleika fyri at koyra sína næstu stjørnu á teirra troyggju.
Milan og Inter koma næst Juventus við vunnum meistaraheitum. Tey hava bæði vunnið 18 meistaraheitir.