Fyrsta hálvfinalan í Champions League, hevur í kvøld verið leikt. Dysturin var í Torino millum Juventus og Real Madrid, og talan var um ein góðan og spennandi dyst.
Tað var heimaliðið Juventus, ið kom betur frá byrjan. Longu aftaná 9 minuttir, legði fyrrverandi Real Madrid áleyparin, Alvaro Morata, Juventus á odda 1-0, eftir at hann var fyrstur á innlegginum frá Carlos Tevez.
Sum heild var Real Madrid omaná í fyrra hálvleiki, og umleið aftaná 27 minuttir, javnaði Cristiano Ronaldo fyri Real Madrid, eftir at hann skallaði innlegg í málið.
Í seinna hálvleiki, kom heimaliðið munandi betur við. Tí var tað eisini uppiborið, at Juventus aftaná 58 minuttir legði seg á odda. Málið kom eftir brotsspark, eftir at Carlos Tevez varð feldur. Annars var talan um frálíkt uppspæl til brotssparkið, tí Alvaro Morata og Carlos Tevez komu fram til støðuna, eftir at Real Madrid sekund frammanundan hevði havt hornaspark.
Brotssparkið setti Carlos Tevez ósvikaligt trygt í netið, til endaliga úrslitið 2-1 til Juventus.
Juventus hevur tí eitt gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna, ið verður á Bernabeu. Men tað tykist tó eingin ivi vera um, at Juventus kemur undir stórt trýst í útidystinum.
Juventus – Real Madrid 2-1 (1-1)
1-0 Alvaro Morata, 9.
1-1 Cristiano Ronaldo, 27.
2-1 Carlos Tevez (Brotsspark), 58.