Juventus var flúgvandi

Í gjárkvøldið vann Juventus heili 5-0 í italsku Seriu A, hóast liðið manglaði fleiri av sínum profilum til dystin. Mótstøðuliðið var Palermo, og teir fingu av at vita. Frá byrjan til enda var tað Juventus, sum sat á øllum, og eftir at fraklendingurin David Trezegeut hevði skorað fyrsta málið eftir hálvan tíma, hevði Palermo úr at gera við at halda tapinum niðri.