Tvær áttandapartsfinalur hava í kvøld verið spældar í Champions League. Av teimum báðum var mest spennandi uppgerðin á Wembley í London, har Tottenham tók ímóti Juventus. Fyrra uppgerðin millum tey bæði feløgini var endað við 2-2 javnleiki í Torino, og tískil var dysturin á Wembley í kvøld púra opin.
Tottenham, ið var ein lítil favorittur undan dystinum, var fyrstu 60 minuttirnar í kvøld greitt omaná, og førdi eisini tá 1-0. Men uppá nakrar fáar minuttir í seinna hálvleiki, vendi dysturin fullkomiliga á høvdið. Fyrst javnaði Gonzalo Higuain til 1-1 tá 64 minuttir vóru leiktir, og tríggjar minuttir seinni legði Paulo Dybala Juventus á odda 2-1.
Ímóti endanum av dystinum legði Tottenham ógvuliga nógv fyri í royndini eftir at skora útjavnandi málið, og í tí eina førinum var um reppið. Harry Kane skallaði á stongina og bólturin ferðaðist framvið mállinjuni, áðrenn Medhi Benatia hjá Juventus fekk beint bóltin burtur.
Tískil tryggjaði Juventus, ið kom í finaluna av Champions League kappingini í fjør, sær í kvøld víðari luttøku. Í hinari uppgerðini vann Basel 2-1 móti Manchester City á Etihad Stadium, men av tí at Manchester City vann fyrru uppgerðina 4-0, var tað Manchester City, ið spældi seg víðari í tí uppgerðini.
Tottenham – Juventus 1-2 (1-0) Juventus víðari við samlaðum 4-3 sigri
Manchester City – Basel 1-2 (1-1) Manchester City víðari við samlaðum 5-2 sigri










