Leingi hevði verið gitt, at dagarnir hjá Ciro Ferrera sum Juventus-venjari skjótt fóru at vera taldir, og hóskvøldið hendi tað so. Nýggjur venjari verður Alberto Zaccheroni, sum longu fríggjadagin stjórnaði venjingini hjá italska stórfelagnum. Hóskvøldið tapti Juventus 1-2 fyri Inter, og av tí at hetta var fimta tapið í seks teimum síðstu dystunum, varð tolið hjá Juventus-leiðsluni uppi.
Tíðindi










