Juventus í finaluni

Champions League: Juventus knúgvaði Real Madrid í hálvfinaluni og er í finaluni

Fyri fyrstu ferð síðani 2003 er Juventus í Champions League finaluni. Tað er staðfest, eftir at teir í kvøld megnaðu 1-1 javnleik móti Real Madrid. Tað gevur ein samanlagdan sigur á 3-2. Cristiano Ronaldo og Álvaro Morata skoraðu málini.

 

Real Madrid hevði Karim Benzema við aftur eftir skaða, meðan Juventus hevði Paul Pogba við aftur á miðvøllinum. Tíðliga var greitt, at Real Madrid ætlaði at leggja trýst á og fáa avgerandi málið.

 

Gylta møguleikan fingu heimamenninir, tá svenski dómarin til stóra ónøgd fyri Juventus spælararnar, bríkslaði fyri brotssparki. tá James Rodriquez fór umkoll í brotsteiginum. Cristiano Ronaldo var tryggur úr ellivu metrum og skoraði.

 

Í seinna hálvleiki tóktist Juventus koma betri við. Tað bleiv eisini umsett til mál, tá Paul Pogba stútaði bóltin fyri føturnar á Álvaro Morata, sum sendi bóltin í málið.

 

Móti endanum royndi Real Madrid at trýsta, men tað var kanska líka vandamikið frammanfyri málinum hjá Iker Casillas. Sostatt er Juventus í Champions League finaluni fyri fyrstu ferð síðani 2003.

 

Champions League hálvfinala:

Real Madrid(1) – (2)Juventus (1-0)

1-0         Cristiano Ronaldo, 23 br

1-1 Álvaro Morata, 57