Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, er millum ágrýtnastu frítíðarsiglarar og hevur í fleiri ár átt glastrevjabátin, Juvel. Heðin er eisini limur í Sundalags Bátafelag, men er ikki í nevnd felagsins.
Nú bátahugnin í Hvalvík verður leygardagin, hava fyrireikarar av tiltakinum aftur heitt á borgarstjóran um at bjóða vælkomin á feltinum úti fyri Selatrað og at sigla fremstur heim í bátahylin í Hvalvík, har umstøðurnar eru tær bestu, ið hugsast kunnu.
Juvel er ein Viksund-bátur, sum upprunaliga var 10,10 metrar langur og 3,50 metrar breiður.
- Báturin er nýliga flotaður aftur, eftir at hann er vorðin longdur. Dekkið er nú 1,20 metrar longri, enn tað var, og hetta ger rættiliga stóran mun. Haraftrat er tað, vit rópa baðiplatformurin afturi á hekkuni longdur við 20 sentimetrum. Samlaða longdin á bátinum er nú 11,60 metrar.
Heðin Zachariasen sigur, at í uppihaldsrúminum er nú eisini sofa allan vegin.
- Tað, eg ætli mær at gera aftrat, men sum ikki er gjørt í hesum umfari, er, at takið á stýrhúsinum yvir dekkinum skal byggjast nakað longur aftur í samsvar við tað, sum dekkið nú er vorðið størri, sigur hann.









