Trúboðaraskipið Juvel II kom í gjár til bryggju í Vági, og vitjað verður í Suðuroynni í nakrar dagar.
Í sambandi við at Juvel II vitjar Suðuroynna, luttekur manningin á hesum møtum:
Í Bethel í Vági var møti í gjárkvøldið.
Betania, Porkeri, í kvøld kl 20.
Salem, Tvøroyri, fríggjakvøldið kl 20.
Vitnið, Hvalba, leygarkvøldið kl 20.
Sambært Skipalistanum er skipið bygt í 1974 á Svendborg Skibsværft, og er tað í dag sjálvsognarstovnurin Juvel II, Oyndarfjørður, ið eigur skipið.











