Juve-partabrøv hækkaðu

Fríggjadagin varð Juvenstus dømt at flyta niður í næstbestu italsku deildina, har felagið skal spæla í minsta lagi eitt ár, men hóast hetta, hækkaði virðið á partabrøvum í Juventus, tá ið keypsskálin í Milano lat upp í gjár. Virkið vaks við 6,8 prosentum.
Ein íløguráðgevi heldur, at orsøkin til hetta er, at marknaðurin hevði væntað eina harðari revsing til Juventus.- Fleiri høvdu roknað við, at Juventus varð dømt at flyta niður í triðbestu deildina, men revsingin gjørdist ikki so hørð, og hon kann gerast linari, um Juventus kærir hana, sigur ráðgevin við Reuters.