Juve lúrir eftir Skrtel

News of the World skrivaði í gjár, at italska felagið Juventus er sinnað at leggja einar 70 milliónir krónur á borðið fyri at fáa verjuspælaran Martin Skrtel til felagið í summar. Skrtel, sum er ættaður úr Slovakia, er sáttmálabundin við Liverpool. Juventus ætlar, at Skrtel skal avloysa Fabio Cannavaro, sum er komin væl upp í árini sum fótbóltsspælari.