Juvél 2 vitjar heilt norður í Thule

Á árligu misjónsferðini í ár fer Juvél heilt norður til Thule at vitja. Hetta er fyrstu ferð, at Juvél fer so langt norður.

 

Tað eru 12 ár liðin síðani Juvél 2 fór sín fyrsta missiónstúr til Grønlands, og síðani tá er Juvél 2 á hvørjum ári farin um kappan við føroyskari manning til andaligan fiskiskap bæði í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi.

 

- Nógv eru støðini, sum eru vitjað síðani fyrsta ferðin varð gjørd í 2008. Grønlendingar í hundraðtali hava vitjað umborð hetta tíðarskeiði, og tað kann staðfestast í dag, at hvíta skipið við fiska- og bíbliusymbolinum frammi á bógnum og Jóhannes 3,16 á skortsteininum, er eitt væl kent og høgt elska skip í nógvum grønlendskum havnum, skrivar Kristiliga Tíðindatænastan.

 

Kristiliga Tíðindasendingin hitti Óla Steinberg umborð á Juvél 2, og hann sigur, at aftur í ár verður farið missiónsferð til Grønlands. Eftir ferðaætlanini kemur ferðin at vara í knapt 4 mánaðir. Farið verður úr Klaksvík 27. mai og komið verður aftur á Klaksvíkina 18. september.

 

Óli Steinberg sigur, at sum nakað nýtt í ár, so verður siglt heilt norður til Thule. Har hevur Juvél 2 ikki verið áður, men teir hava vitjað einferð áður í Thule, og tað var við Sildberanum í 1977, sum tá var brúktur sum missiónsskip. Tað verður siglt úr Nuuk til Thule, og á leiðini verður vitjað og evangeliserað í umleið 40 bygdum og býum í Vesturgrønlandi.

 

Les meiri um misjónsferðina hjá Juvél her.