Justinus vil eldast við sløttum búki

- Eg vil so fegin gerast gamal við sløttum búki og einum likami, sum ikki er overvað av míni líkasælu og leti, sigur Justinus Eidesgaard.

 

Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?

- Vit, konan og eg, halda nýggjár antin á Hellunum ella í Ovarugøtu 1 í Hoyvík. Men, tað verður í øllum førum ein friðarligur nýggjársaftan og nátt, stendur tað til okkum. Helst eta vit ein góðan bita. Eg fekk ein prúðan tosk frá Fróða, bróðir, fyri jól, og hann er flaktur og saltaður og verður síðan etin aftur við eplum og hvítari sós við leyki í.

Tað sigur Justinus Eidesgaard.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- Tingini eru, sum tey eru og alt, sum hendir, skal henda, so eg eri farin at gevast við at vurdera so nógv í góðum og ringum. Eg gjørdist eitt ár eldri í 2019. Guð er við mær hvørt sekund í árinum, og eg kenni meg leiddan gjøgnum lívið og havi absolutt einki at óttast.

Justinus Eidesgaard sigur, at hann var í góðum hondum og styðjaður gjøgnum 2019, og hann er sannførdur um, at tað verður hann eisini í komandi ári.

- Eg havi eitt brennandi ynski um at vera eitt gott menniskja, at vera ein góður maður, góður pápi, ein góður sonur og bróður og ikki minst at vera ein góður abbi, og eg havi rættiliga fingið meg royndan seinastu 12 dagarnar, nú øll fýra barnabørnini hava verið heima og hildið jól.

Hann vísir á, at tað er ein fantastisk kensla at seta seg sjálvan og eins egna tørv til síðis, nú húsið hevur verið fult av hansara allar kærastu.

- Eg havi eisini eitt ynski um at gerast eitt sindur minni sjálvupptikin og meira hjálpsamur. Eg fái tað ikki betri við míni medmenniskju, um eg bara hugsi um meg sjálvan, sigur Justinus Eidesgaard.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Mínar vónir eru, at ótti og leti ikki heldur meg burtur frá at gera tað, sum eg eigi at gera í komandi ári. Eg havi góðar vónir fyri framtíðina, og tað havi eg forrestin altíð havt. Eg eri ein besettur optimist, og eg havi lært, at eg leggi ikki eitt sekund aftrat lívinum við at stúra. 

Hann sigur, at komandi ár verður útgávuár, um Guð vil. Eg havi givið tríggjar bøkur út, og tann fjórða er á veg. Seinastu árini hevur hann gjørt eitt arbeiði fyri føroysku fólkakirkjuna, har hann hevur gjørt samrøður og eitt portrett av hvørjum einasta kirkjutænara í landinum. Teir eru um 700 í tali, og hesar hevur hann allar havi hitt undir fýra eygum.

- Einasta kravið hevur verið, at teir hava gjørt tænastu og eru á lívi. Hetta er stuttligasta og hugaligasta arbeiði, eg nakrantíð havi havt í lívinum. Fyrstu mánaðirnar í komandi ári verður seinasta hond løgd á arbeiðið. Seinastu samrøðurnar skulu gerast og so skal prentast. Soleiðis verður komandi ár nógv merkt av útgávuni, sigur Justinus Eidesgaard.

Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?

- Eg trúgvi ikki nógv upp á nýggjárslyftir og eri sannførdur um, at broytingar í mær mugu koma innanífrá. Um tú skal leggja nakað av, so mást tú fyrst fáa eyga á misbrúkið, áðrenn tú fer at hyggja eftir, hvussu tú einaferð fer at síggja út ella hava tað, um tú ger so og so.

Hann vísir á, at tú fyrst verður noyddur at koma á botn í misbrúkinum, áðrenn tú sær vegin uppaftur.

- Fyri tveimum árum síðan fór eg undir at fasta dagliga. Eg vigaði eini 14 kilo ov nógv uttan at vera svert yvirvektigur. Nú eru hesi kiloini burtur, og eg ætli mær at halda fram við at fasta í komandi ári, samstundis sum eg gangi og harvið haldi kroppin. Hetta er eitt mál, sum eg havi erfaringar í, og sum eg klári. Eg vil so fegin gerast gamal við sløttum búki og einum likami, sum ikki er overvað av míni líkasælu og leti. Eg havi Typu 2 sukursjúku og eri næstan frískur av henni, nú eg eri lætnaður og gangi. 

Justinus Eidesgaard vísir á, at fyri matglað fólk virkar tað næstan sum ein deyðadómur at fasta. Men, soleiðis er tað als ikki í veruleikanum.

- Eg fasti 16 tímar, og av teimum sovi eg átta. Tað er átta tímar, eg skal ansa eftir, og fái eg eitt svongdarherðindi í hesar átta tímarnar, tá fær eitt glas av vatni ella tvey køvt hetta. Tá tú hevur fastað í 12 tímar, er einki eftir í maganum, og tá fer kroppurin at umgera reservarnar, tað er feitt, sum verður gjørt um til sukur, og feittið fer at minka.

Justinus Eidesgaard sigur, at hetta er nakað, sum virkar og hevur góða ávirkan á hann.

- Um eg fasti frá klokkan átta á kvøldi, kann eg eta aftur á middegi, og tá ansi eg als ikki eftir, hvat eg eti. Fasting snýr seg um at geva kroppinum eina dagliga pausu og einki annað - og tey óneyðugu kiloini fara at hvørva, leggur hann aftrat.