Justinus svarar: Soleiðis haldi eg jólini 2020

Justinus Eidesgaard, sjálvstøðugur, svarar spurningum um jólini í ár

Hvussu heldur tú jól í ár?

Vit halda jólaaftan í Havn. Antin heima hjá okkum sjálvum ella hjá eini bróðurdóttir hjá konuni. Tað er ikki heilt avgjørt enn.

 

Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?

Eg haldi, at tørvurin á siðvenjum minkar við árunum. Eg rokni dygdina av jólunum eftir í hvønn mun, eg kann skapa frið inni í mær sjálvum, og komi eg úthvíldur gjøgnum høgtíðina, tá haldi eg, at høgtíðin er væleydnað. Men eg havi einki í móti eini jólagávu og okkurt ræst á borðið.

 

Hvat er minni umráðandi?

At skræða seg sundur, fyri at náa eitt ávíst støði materielt á jólum haldi eg vera tvætl og hevur einki við jól at gera. Jólini eru fyrst og fremst ein hátíð, har vit fegnast um, at nú fer at ganga móti ljósari tíðum og eisini ein hátíð, har vit minnast Jesu føðing, og tað nýtist ikki at gerast við at skræða seg sundur, hvørki andaliga ella tímiliga.

 

Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?
Korona ávirkar í ólukkumát. Synirnir báðir búgva niðri. Eldri, Edward , heldur jól í ár saman við verfamiljuni í Danmark. Yngri sonurin Fríi hevði ætlanir um at koma heim, men hendan vanlukku karantenutíðin ger tað ómøguligt hjá honum í ár.