Justinus á LS við blóðtøppi

- Blóðtøppurin kom, meðan eg svav mín søta svøvn á Hellunum, sigur Justinus Eidesgaard.

Næstseinasta mánadag varð staðfest á Landsjúkrahúsinum, at Justinus Eidesgaard hevði havt ein blóðtøpp í vinstru síðu í heilanum, og at verjuskipaninar í kroppinum høvdu upployst blóðtøppin. Justinus slapp óskalaður frá tilburðinum.

 

- Blóðtøppurin kom, meðan eg svav mín søta svøvn á Hellunum hesa leygarnátt, og eg legði ikki merki til hann, fyrr eg setti meg við telduna sunnudagin. Eg skrivaði nakað so grúsommiliga skeivt, og so legði eg merki til, at fingrarnir á høgru hond aktaðu ikki. Eg gjørdi mær kaffi, og kannan mundi endað á gólvinum, tá eg skuldi skeinkja; har vóru ongar kreftir í arminum.


 

Justinus Eidesgaard greiðir frá, at hann mánadagin, týsdagin og út á mikudagin lá uttan fyri goymslurúm 7011 á gongini á B7, og tankarnir fóru gjøgnum høvdið.

 

- Eg var á lívi, og hondin kendist næstan normal aftur. Lá har innan gyrðing og lærdi spakuliga gongulagið á starvsfólkunum at kenna, sjálvt um eg bara hoyrdi tey. 
Eg var umgyrdur av kærleiksfullum starvsfólkum, sum gjørdu tað allarbesta tey kundu fyri meg, og eg var tryggur í hondunum á milda Jens Andreassen, lækna, sum eg kenni gjøgnum nógv ár sum sum diabetikari og sum eg haldi ótrúliga nógv av sum menniskja.

 

Justinus Eidesggard ásannar, at nú aftaná tilburðin kemur reaktiónin. Hon skiftir millum, at hann følir einki - og at hann er rørdur, so tárini renna.

 

- Sannleikin er, at vit síggja ikki eitt sekund fram í tíðina, og eg eri takksamur fyri, at Guð enn vil hava meg at virka sum menniskja fyri øllum mínum medmenniskjum, sum øll somul eru hansara børn. 
Professionella og dugnaliga starvsfólkið á B7 við Jensi á odda bað meg ikki fara heim at ansa eftir mær.

 

Tey eggjaðu Justinusi Eidesgaard til at røra seg, ganga og renna, og tað ger hann eisini, eins og grótarbeiði á Hellunum nú heldur fram.

 

- Eg eri takksamur fyri framvegis at kunna taka ein vinkulslípara í hond, og at eg framvegis kann sita við tastaturið á telduni, og nú merkja fingrarnir í høgru hond einki til blóðtøppin. 


 

Á sínari facebook-síðu vendir Justinus Eidesgaard sær eisini til øll, hann kennur.

 

- Allir facebook-vinir og so óendaliga nógv fleiri eru vorðin mær enn meira dýrabær, enn tit nakrartíð hava verið áður. Eg eri takksamur fyri tykkum øll somul, enntá tykkum, sum irritera meg av og á og onkuntíð gera meg illan. Eg kann ikki vera nakran av tykkum fyri uttan.

 

Justinus Eidesgaard sigur, at blóðtøppurin og løturnar uttan fyri goymslurúm nummar 7011 á Landsjúkrahúsinum í fyrru helvt av seinastu viku hava sannført hann um hetta.