Justinus Eidesgaard ætlar sær í løgtingið

53 ára gamli Justinus Eidesgaard, sum hevur arbeitt sum fjølmiðlamaður seinastu 30 árini, ætlar sær nú upp í politikk. Hann bjóðar seg fram fyri Sambandsflokkin á komandi løgtingsvali.

- Eg vil fegin sleppa at royna hesa síðuna av politikki eisini. Eg havi í grundini havt tann lætta leiklutin og staðið á síðulinjuni og funnist at. Nú vil eg hava ávirkan, sigur Justinus Eidesgaard.

Hann er triði journalisturin, sum vil hava sæti á løgtingi. Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, og Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, hava boðað frá, at tey eisini bjóða seg fram.

Justinus Eidesgaard er journalistur og rithøvundur. Hann hevur starvast sum blaðmaður á Tingakrossi, Sosialinum og eitt skifti á Dimmalætting. Seinastu árini hevur hann verið ábyrgdarblaðstjóri á Gratisavísini.

Jóna Mortensen og Hergeir Staksberg eru eisini á sambandslistanum í Suðurstreymoy.