(Skrivað hevur Guðrun Jonsdóttir)
Justin Bieber hevur Beliebers í øllum heiminum, men tað er ikki nóg mikið fyri tann unga harran. Hann vónar at øll fara at dáma hann, aftaná nýggju fløgu hansara.
Um ikki so langa tíð kemur nýggja stakfløgan hjá Justin Bieber: 'Believe' út, og sum hann greiðir frá, er tað næstan við, at hon fer at broyta allan heimin.
Til MTW news greiðir tann ungi harrin frá, hvussu ótrúliga frálík komandi fløga hansara er.
- Eg havi verið sera kreativur. Eg havi skrivað sjálvur, og eisini havi eg verið uppií arbeiðinum alla tíðina. Fløgan kemur frá hjartanum.
Sangirnir eru sera ymiskir, bæði í stíli og í skrivingarhátti.
- Mítt fyrsta staklag verður framúrskarandi, og øll fara at elska tað. Lagið er ikki sum tey løgini man vanliga hoyrir í útvarpinum. Eg vísi mínum fjepparum, hvør eg veruliga eri.
Men ansa nú eftir hvat tú sigur, Justin Bieber, tað kann koma aftur um brekku. Og soleiðis tú greiðir frá fyrsta staklagnum 'Boyfriend' (- Hann er soleiðis: 'um eg var tín sjeikur, hevði eg aldrin latið teg farið') Ljóðar tað ikki so serligt. Men tað sigur Justin Bieber kortini, at tað er, og hann vónar, at hann kann fáa fleiri fjepparar, tá ið fløgan verður útgivin.
Hann vil vísa fólkum, sum ikki dáma hansara tónleik, at tað er ein møguleiki at finna okkurt gott í honum.
- Eg royni ikki at sleppa av við nakrar av mínum fjepparum, eg royni bara at fáa fleiri fjepparar. Sigur Justin, avgjørt.
- Ístaðin fyri at royna at blíva vaksin og missa sínar fjepparar, fari eg heldur at royna at blíva betri, og síðani ogna mær virðing frá fleiri fólkum.
Vit gleða okkum at síggja, hvussu tikið verður ímóti tí nýggju fløguni.