Justin Bieber best umtóktur á Twitter

Justin Bieber misti fyri stuttum sína YouTube rekord, tá ið Psy yvirhálaði hann við lagnum Gangnam Style. Men nú hevur Bieber aftur fingið eina nýggja rekord, nevniliga sum tann, sum hevur flest fylgjarar á Twitter.

 

Mánadagin yvirhálaði Bieber nummar tvey á listanum, Lady Gaga. Í løtuni hevur Bieber 33.323.053 fylgjarar, meðan Lady Gaga hevur 33.321.942, og hetta hóast tað, at Lady Gaga hevur havt Twitter eitt ár longri enn Bieber.

 

Bieber er sambært Gaffa sera virkin á Twitter. Hann skrivar áleið 11 ferðir um dagin, sum kann vera ein av orsøkunum til, at hann er so væl umtóktur á sosialu heimasíðuni.

 

Lady Gaga er eftir øllum at døma ikki kedd av, at hon nú er nummar tvey á Twitter listanum. Tann 15. januar skrivaði hon, at hon var sera errin av Justin Bieber og hansara fjepparum. Hon staðfesti, at Bieber hevur uppiborið at hava nógvar fjepparar.

 

Tað er ikki fyrstu ferð, at Bieber og Gaga dystast á hendan hátt. Í 2010 var Lady Gaga tann fyrsta, sum náddi 1 milliard sýningar á YouTube, men ein mánað seinni megnaði Bieber tað sama. Á Facebook er Gaga tó langt á odda, tí har hevur hon 54.9 milliónir "likes", meðan Bieber hevur 4.3 milliónir minni. Rihanna er tó á odda her við 65.6 milliónum "likes".

 

Hetta veit Gaffa at siga í dag.