Forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtsjenko, kunngjørdi mánadagin, at hann hevur sett sær fyri at beina fyri øllum ónollum í ukrainsku løgregluni.
Endamálið við átakinum er fyrst og fremst at gera enda á øllum skuldsetingum um, at løgreglan hevur í so gott samband við tey skipaðu brotsmannaliðini, og at løgreglan gleðiliga letur brotsmenninar fáa frið, bara hon fær nóg mikið av pengum afturfyri. Harumframt hevur ferðsluløgreglan verið undir áhaldandi skuldsetingum, og tí hevur forsetin gjørt av at taka hana av, skrivar AP úr Kiev.
-Tann skipaði kriminaliteturin skal skrykkjast upp við rót, tí tað ber ikki til, at løgreglan verjir hann, segði ukrainski forsetin mánadagin. Justsjenko hevur eisini boðað frá, at hann fer at seta nýggj embætisfólk í innanríkisráðið, sum hevur ábyrgdina av løgregluni.