Jusjtjenko stóri taparin

Flokkurin hjá manninum, sum var ímyndin av kollveltingini í Ukraina, fekk bara 15 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár.

Viktor Jusjtjenko er ikki so væl umtóktur í Ukraina sum undan kollveltingini. Á valinum í gjár fekk flokkur hansara bara 15 prosent av atkvøðunum og er nú bara tann triðistørsti. Gamli erkafíggindi hansara, Victor Janukovitj, hevði harafturímóti eitt gott val, tí flokkur hansara fekk 33 prosent og er nú tann størsti.

Men Jusjtjenko og hansara stuðlar varðveita kortini stjórnarvaldið takkað verði tí góða úrslitinum hjá flokkinum Blok Timosjenko. Flokkurin hevur navn eftir stovnaranum Julia Timosjenko, sum gjørdist forsætisráðharri aftan á kollveltingina, men varð koyrd frá í september í fjør. Stutt eftir stovnaði hon sín egna flokk, sum fekk 22,5 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár.

Í morgun varð fráboðað, at tann 45 ára gamla Julia Timosjenko verður aftur forsætisráðharri í Ukraina við stuðuli frá sínum egna flokki, flokkinum hjá Jusjtjenko og sosialistiska flokkinum. Teir tríggir flokkarnir hava 250 av teimum 450 tinglimunum.

Eygleiðarar í Kiev siga, at tann komandi stjórnin fer uttan iva at halda fram við arbeiðinum at flyta Ukraina nærri Evropa.