Mánakvøldið var seinasti dysturin í 2. umfari í Premier League. Liverpool megnaði bara 1-1 javnleik á heimavølli móti Crystal Palace. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá nýkeypti áleyparin hjá Liverpool, Darwin Núñez, í øðini stútaði danska miðverjan hjá Crystal Palace, Joachim Andersen.
Darwin Núñez fekk beinleiðis reytt kort, og kann vænta at sita uttanfyri í fleiri dystir. Tað var ongin ivi um reyða kortið, men reaktiónin kom ikki av ongum. Teir báðir vóru í hornatøkum í fleiri førum, og tað hevur fingið viðhaldsfólk hjá Liverpool at øsa seg inn á danska miðverjan. Hann og familjan høvdu fingið fleiri hóttandi boð.
- Eg havi fingið eini 300 til 400 ljót boð á sosialu miðlunum. Eg skilji væl, at tit stuðla tykkara liði, men steðgi nú við at spæla kul á internetinum, skrivaði Joachim Andersen á sosialu miðlunum dagin eftir dystin.
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevði onga umbering vegna Darwin Núñez, men segði at áleyparin má læra at takla slíkar støður. Hann vísti eisini á, at tað er ikki soleiðis spælarar hjá Liverpool gera. Darwin Núñez hevur síðani biðið um umbering á sosialu miðlunum, og sigur, at hann ikki ger slíkt aftur.
Liverpool hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og tykist hava timburmenn eftir eitt langt kappingarár. Skaðalistin er eins langur og startlistin, og hartil er saknurin av Sadio Mané stórur.
Crystal Palace kom á odda í fyrra hálvleiki við góðum máli frá Wilfried Zaha. Liverpool vaknaði eftur reyða kortið, og tá ein tími var spældur skoraði Luis Diaz ein vakurt mál. Tað endaði við javnleiki.