Jupiter við 2450 tonsum

Fiskiskapurin hjá svartkjaftaskipunum á leiðunum vestanfyri Írland hevur verið góður í seinastuni, sigur Vinnan í Gøtu Síðstu nátt kom Jupiter á Fuglafjørð við tilsamans 2450 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fingið á leiðunum vestanfyri Írland.

Á heimasíðuni hjá P/F Vinnuni í Gøtu verður sagt, at fiskiskapurin hjá skipunum hevur verið góður á leiðini í seinastuni.

Nú Jupiter legði leiðina hendanvegin, høvdu teir fult skip.

Tíðliga í hesi vikuni landaði Finnur Fríði í Killybegs í Írlandi. Teir høvdu eisini roynt á leiðunum vestanfyri Írland og høvdu fult skip.