Jupiter er á veg til Noregs við 640 tonsum av sild Jupiter hevur roynt eftir sild við nót í norskum sjógvi á leiðini umleið 70 stig norður og 16-17 eystur.
Teir fingu fyrst 110 tons av sild, sum vigar 320 gram í miðal, og síðani 530 tons við eini miðalvekt, sum er 340 gram. Prísurin er ávíkavist 3,53 og 3,89 NOK.
Jupiter verður í Ellingsøy annaðkvøld, og teir byrja at landa fríggjamorgun, sigur reiðaríið á heimasíðuni.