Jupiter til Norra og Finnur Fríði til Danmarkar

Tey føroysku nótaskipini royna øll í norskum sjógvi, tað hevur verið ruskveður teir seinastu dagarnar, men fiskiskapurin hevur verið hampuligur. Jupiter landar í dag í Måløy, teir hava góð 1100 tons av sild, støddin liggur um 288 gram í miðal.

Finnur Fríði siglir til Skagen, teir hava 1300 tons av sild, støddin hjá teimum er tann sama sum hjá Jupiter.