Jupiter fór at sigla til Norra í morgun. Jupiter hevur partrola saman við Finnuri Fríða norðuri á 71-72 stigum og 11-13 eystur. Teir hava 630 tons av sild. 480 tons sum vigaði 295 gram í miðal og 150 tons, sum vigar 325 gram í miðal. Prísurin var ávíkavist 3,47 og 3,91 NOK fyri kilo.
Teir vera inni í Måløy mikumorgunin, skrivar vinnan.fo