Jupiter hevur trolað eftir sild í Svalbardsökinum á u.l. 74 stigum norður. Teir hava fingið u.l. 800 tons av sild, ið fer til matna, teir skulu landa í Löddingen. Löddingen liggur norðuri í Vestfjörðinum í Norra.
Sildin er 296 gram í miðal og prísurin er umleið 2 föroyskar krónur fyri kilo. Veðrið er ikki gott fram við norsku strondina, so tað liggur ikki væl fyri at sigla longur suður við lastini. Har hevði eftirspurningurin annars veri størri og prísurin tí hægri.
Saksaberg hevur trolað eftir sild í norskum sjógvi á u.l. 71 stigum norður.
Teir hava fingið u.l. 570 tons, sum teir skulu landa í Bö, við Lofoten. Sildin er 277 gram í miðal og prísurin er umleið 2,04 föroyskar krónur fyri kilo.
Bæði Jupiter og Saksaberg verða inni einaferð í nátt.










