Jupiter og Mars frá Red Hot Chili Peppers

Red Hot Chili Peppers geva 9. mei nýggja fløgu út. Talan verður um eina dupulta fløgu við ikki færri enn 25 nýskrivaðum løgum.

Fløgurnar verða útgivnar saman undir heitinum Stadium Arcadium, men eita hvør sær Jupiter og Mars. Ætlanin var upprunaliga at geva 38 løg út á trimum fløgum, men nú eru 13 løg skorðin burtur og talan er bara um eina dupulta fløgu. Fyrsta stakfløgan Dani California verður givin út  1. mei. Hetta er fyrsta útgávan hjá Chili Peppers síðan By The Way, ið kom út í 2002.  Eitt brot av fyrstu stakfløguni liggur á heimasíðuni www.redhotchilipeppers.com.