Mánadagin var Jupiter á Fuglafirði við umleið 2200 tonsum av svartkjafti, og í gjár byrjaði Borgarin at landa tey umleið 2350 tonsini, sum teir høvdu inni. Hetta hevur higartil verið eitt rættiliga gott ár hjá Havsbrún í Fuglafirði, hvat ráfiski viðvíkur. Nógv skip, bæði føroysk og útlendsk, hava verið á Fuglafirði við svartkjafti.
Mánadagin boðaði Vørn frá, at felagskvotan av svartkjafti á 70.000 tons nú er uppfiskað, og sambært yvirliti, sum stovnurin hevur almannakunngjørt, hava føroysku skipini fiskað hesar nøgdir av kvotuni:
Borgarin (6.320,70), Christian í Grótinum (1.184,40), Fagraberg (8.075,50), Finnur Fríði (7.296,60), Hoyvík (2.578,40), Høgaberg (6.524,20), Jupiter (7.955,30), Norðborg (4.030,00), Norðhavið (1.088, 50), Norðingur (6.451,20), Næraberg (3.913,20), Slættaberg (2.211,60), Tróndur í Gøtu (7.364,80) og Tummas T (5.302,70).
Hetta gevur stívliga 70.297 tons tilsamans, og soleiðis er felagskvotan av svartkjafti uppfiskað.