Sunnudagin er Jupiter væntandi aftur í Føroyum eftir at hava verið í Pólandi síðan fyrst í december í fjør. Skipið er longt í Pólandi.
Atli Hansen, reiðari, sigur, at skipið er longt góðar 10 metrar, hetta fer at økja heilt munandi um lastarúmdina hjá skipinum, sigur hann.
Tað mesta, sum verið hevur í Jupiter, eru 1340 tons. Men nú skipið er longt, væntar reiðari, at tað fer ar kunna lasta góð 2.000 tons.
Atli Hansen sigur, at hetta at leingja skipið er partur av teirri ætlan, sum var, longu tá skipið varð keypt.
Arbeiðið, sum nú er gjørt í Pólandi, kostar einar níggju milliónir, sigur reiðarin. Alt í alt stendur skipið nú í 53 milliónum, sigur hann.
Jupiterer smíðaður í Stavanger í Noreg í 1998 og hevur 7.300 HK Caterpillar høvuðsmaskinu.
Tá Jupiter er afturkomin, verður beinanveg farið undir at rigga skipið til at fara á svartkjaftaveiðu vestan fyri Írland, har skipini fáa svartkjaftin í løtuni.









