Jupiter kom til Føroya í dag, og nú skal ymiskt gerast við skipið Tað hevur gingið væl hjá Juputer, síðani gøtumenn keyptu skipið í august. Jupiter fór fyrst á sild og landaði seinastu ferð tann 7. novembur. At kalla øll sildin, sum teir fingu, fór til matna.
Teir byrjaðu at fiska makrel um hálvan oktobur, og kvotan var liðug fyri nøkrum døgum síðan, tá teir landaðu 760 tons av makreli fyri góðar 6,2 mió. krónur. Í hesum tíðarskeiðnum, hava teir eisini gjørt tveir sildatúrar.
Jupiter kom á Skálafjørðin seinnapartin, og nú skal ymiskt smávegis gerast við skipið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.










