Jupiter, sum hevur trolað saman við Finni Fríða, landar til Faroe Pelagic í Kollafirði. Jupiter hevur 450 tons av makreli.
Skipini hava roynt á umleið 62 stigum N og 3 stigum V, har øll tey føroysku skipini eru stødd í løtuni.
Tað er sjask veður á leiðini. Hann er norðan í ættini, men vindferðin fer at minka um middagsleitið í morgin.
Væntandi var Jupiter á Kollafirði um middagsleitið í dag.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.