Jupiter kom í gjár á Kollafjørð við sild, sum teir hava fiskað í norskum sjógvi. Jupiter hevur umleið 900 tons hendan túrin. Meðalvektin er um 300 gram, og alt fer til matna. Jupiter royndi inn ímóti 12 fjórðinga markinum suður ímóti 65 stigum, og har var nógv sild at fáa.
Jupiter byrjaði at landa á middegi í gjár, og um middagsleitið í dag vóru 350 tons komin upp úr skipinum, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.