Jupiter á Kollafirði við makreli

Um middagsleitið í dag kom Jupiter á Kollafjørð við umleið 600 tonsum av makreli. Hendan túrin hevur skipið trolað saman við Finni Fríða. Sum skilst, slapp Jupiter ikki fram at til landing beinanvegin, tí Vestmenningur og Fram lógu og landaðu gulllaks.

Væntandi var tó, at landingin av Jupiter kundi byrja seinni í kvøld. Tað er Faroe Pelagic í Kollafirði, sum keypir og frystir fiskin.

Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit í dag at siga, at Jupiter hevur partrolað saman við Finni Fríða, og skipini hava fingið makrelin einar 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.

Nótaskipini, sum annars trola eftir makreli, arbeiða væl saman í vertíðini, og nú trolar Finnur Fríði saman við Fagrabergi, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.