Í gjár var Jupiter á sínum seinasta lodnutúri á hesum sinni á veg til Fáðskrúðsfjarðar í Íslandi við stívliga 1500 tonsum av lodnu.
Henda túrin royndu teir í Breiðafirði, norðan fyri Faxaflógvan á vestursíðuni av Íslandi. Veðrið hevur verið ringt í Íslandi seinastu vikuna.
Jupiter hevur gjørt fýra lodnutúrar í ár. Tveir landaðu teir á Tvøroyri og tveir í Íslandi. Eftir henda túrin fer Jupiter á svartkjaftaveiði.
- Finnur Fríði siglir eisini inn við lodnu. Teir sigla nakað aftan fyri Jupiter, visti Varðin í Gøtu at siga í gjár.