Jupiter er komin til Noregs at landa makrel fyri knappar 10 milliónir norskar krónur Jupiter byrjaði seinnapartin at landa makrel í Ellingsøy nærhendis Ålesund. Tewir hava 830 tons, sum teir fingu millum 60,30 og 61 norður og millum 2 og 3 eystur.
Lastin er seld felagnum Nils Sparre, og Jupiter fær í meðal 12,00 norskar krónur fyri kilo ella 9,96 milliónir norskar krónur fyri lastina.
Makrelurin, sum Jupiter hevur, vigar 400 gram í meðal.
Teir verða væntandi lidnir at landa mikudagin. teir eru nú lidnir við makrelkvotuna, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.