Jupiter er liðugur við makrelkvotuna

Nótaskipið Jupiter er á veg á Fuglafjørð við 700 tonsum av makreli

Heimasíðan jn.fo veit at siga, at Jupiter er á veg inn við 700 tonsum av makreli, sum skulu landast til Pelagos í Fuglafirði í morgin.

Jupiter hevur nú fiskað sína makrelkvotu, og sambært heimasíðuni er ætlanin nú at fara á sildaveiðu.