Jupiter endaði árið í sildini

- Hetta verður helst seinasti túrur hjá Jupiter í ár, vita tey á Varðanum í Gøtu at siga.

Í síðstu viku var Jupiter á Tvøroyri við sløkum 1100 tonsum av sild, sum Varðin Pelagic á Tvøroyri keypti. Støddin á sildini lá um 370 gram í miðal, og tað er hampiliga góð stødd.

 

Hendan túrin royndi Jupiter í altjóða sjógvi beint norður úr føroyska sjómarkinum. Teir fingu hesi umleið 1100 tonsini í tveir dagar.

 

- Hetta verður helst seinasti túrur hjá Jupiter í ár, vita tey á Varðanum í Gøtu at siga.